Mikudag: Rumeniahjálpin 2011, 6. partur. Ferð til Rumenia við klæðum o.ø. (e)* (uppt. í mai 2011). Hósdag: Poul Guttesen talar: "Andlit trúarinnar" (uppt. 15. jan. í Lívdini). Pro Vita fyrilestur við Johan Lundell: "Ver hetja 'fyri lívi'" (e)* (uppt. í nov. 2011 á Hafnia). Fríggjadag: Rói Norðoy talar: "Gripin av Jesusi" (uppt. 15. jan. í Elim). Leygardag: Hjúnabandsskeið við Steen Palmqvist, 1. partur: "Hurra for den lille forskel" (e) (uppt. 16. okt. 2010 í Kelduni). Sunnudag: Endursendingar frá vikuni: Rumeniahjálpin (6) (e), Poul Guttesen, Rói Norðoy, Pro Vita (1) (e)...
Sí meira undir teiginum "skráin". Skráin verður vanliga løgd inn hvønn týsdag.
Sendarin á Klakki, sum sendir IKTUS, er settur til aftur!
Antennan á Klakki, sum fór í storminum, er sett upp aftur og sendarin er settur til. Nú skuldi IKTUS sæst aftur í Klaksvík og Leirvík.
*Nakrar av sendingunum, sum hava verið á IKTUS hetta tíðarskeiðið, ið eingin antenna var á Klakki, verða endursendar næstu vikurnar.
Til IKTUS-hyggjarar í Klaksvík og Leirvík: Tað kann verða, at onkur má leita IKTUS inn av nýggjum fyri at síggja. Antennan skal venda móti Klakki, og leita manuelt á kanal 31 (frekvens 554MHz). Ofta kann mann velja veitara. Tað skal vera TV-Liste ella Alle kanaler. Um tað stendur "Televarpið" har, so virkar bara Televarpið. Sí vegleiðing á heimasíðuni hjá IKTUS: Vegleiðing - Televarpshyggjarar.
Sendarin hjá R2net, sum stendur uppi á Klakki, sendir óregluligt aftaná streymslit, og hetta ávirkar hyggjarnar í Klaksvík og Leirvík. Arbeitt verður við málinum.
________________________________________________________________________________________________________ IKTUS sendir enn - men sæst fyribils bert frá Nólsoy, av Klakki og av Gøtueiði.
Fólk, sum búgva í miðstaðarøkinum og á Skálafjørðinum kunnu síggja IKTUS frá Nólsoy (leita á kanal 34). Hyggjarar í Klaksvík og í Leirvík síggja IKTUS frá Klakki (leita á kanal 31). Í Syðrugøtu og parti av Norðagøtu sæst IKTUS frá Gøtueiði (leita á kanal 29).
Fólk í Havn, sum sóu IKTUS frá Varða, kunnu í staðin venda antennuni móti Nólsoy og leita á kanal 34. Fólk á Skálafjørðinum, sum sóu IKTUS frá Søldarfirði, kunnu eisini venda antennuni móti Nólsoy og leita á kanal 34. NB!! Tá antennan verður flutt, má oftast ein nýggj kanal leitast inn fyri at síggja IKTUS aftur.
Fyri at síggja IKTUS digitalt, má ein hava ein digitalan tunara ella móttakara (DVB-T). Teir eru innbygdir í flestu nýggjum sjónvørpum, men fáast eisini til keyps í handlum, sum selja sjónvarpsútgerð. Sí teigin "Vegleiðingar" ella ring 507710. NB!!! Tey, sum hava Televarpskassa av merkinum Digiality, verða vinarligast biðin at lesa teigin "Vegleiðingar".
IKTUS verður tíverri sløkt í eina tíð á fleiri støðum!
Tíðindaskriv frá R2Net, 25. febr. 2011: DVB-Sjónvarpssendarnir á Oyrnafjalli í Suðuroy, á Knúki á Sandoynni, í Søldarfirði, í Norðragøtu og á Varmakeldu verða fyribils sløktir áðrenn týsdagin 1. mars 2011 vegna serligar umstøður. Sendarin á Varða í Havn verður fluttur á Klakk í Klaksvík. Sendarnir á Nólsoynni og á Gøtueiði senda sum vant.
Nýggir sendarar at seta ístaðin verða bílagdir sum skjótast. Sí nærri boð seinni á www.iktus.fo ella www.r2net.fo
IKTUS og 10'arin síggjast tó framvegis, talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá R2Net frá hesum sendarum:
Á Nólsoynni, sum sæst í miðstaðarøkinum, parti av Skálafjørðinum og Sandoynni - á 578 Mhz (kanal 34, pol.H) Á Gøtueiði, sum sæst í Gøtunum – á 538 Mhz (kanal 29, pol.H) Á Klakki, sum sæst í Klaksvík og Leirvík - á 554 Mhz (kanal 31, pol.H)
NB! Fyri at síggja digitalu rásirnar má ein helst hava beinleiðis sýni til ein av hesum sendarum. Eisini krevst ein DVB-T móttakari (upplýsingar á tlf.769999). Rásirnar eru ókeypis og tørva ikki kort hald.
Nú sæst IKTUS á Tvøroyri (Oyrnafjall sendir ikki í løtuni)!
Fólk á Tvøroyri, sum hava Televarpið ella sjónvarp við DVB-T, kunnu leita inn IKTUS á kanal 28, manuelt ella á automatisk leiting (pol H - 530 Mhz).
Øll, sum hava beinleiðis sýni til Oyrnafjall á Suðuroynni, eiga at síggja IKTUS. Møguliga eisini partar av Fámjin og Øravík skjótt. Aðrar bygdir koma at síggja IKTUS seinni.
Fyri at síggja IKTUS digitalt, má ein hava ein digitalan tunara ella móttakara (DVB-T). Teir eru innbygdir í flestu nýggjum sjónvørpum, men fáast eisini til keyps í handlum, sum selja sjónvarpsútgerð. Sí teigin "Vegleiðingar" ella ring 507710. NB!!! Tey, sum hava Televarpskassa av merkinum Digiality, verða vinarligast biðin at lesa teigin "Vegleiðingar".
Sendari á Knúki í Sandoynni (Knúkur sendir ikki í løtuni).
Fólk á Velbastað, Kirkjubø og í Sands bygd, sum hava Televarpið ella sjónvarp við DVB-T, kunnu leita inn IKTUS á kanal 31, manuelt ella á automatisk leiting (pol H - 554 Mhz). Fólk í Skopun, sum hava Televarpið, og ikki síggja IKTUS frá sendaranum á Nólsoynni (kanal 34), kunnu nú royna at venda UHF-antennuni móti Knúki og leita inn kanal 31. Øll, sum hava beinleiðis sýni til Knúk á Sandoynni, eiga at síggja IKTUS. Møguliga eisini partar av Miðvági og Sandavági - um tey hava eina góða UHF-útiantennu, sum vendir móti Knúki.
Fyri at síggja IKTUS digitalt, má ein hava ein digitalan tunara ella móttakara (DVB-T). Teir eru innbygdir í flestu nýggjum sjónvørpum, men fáast eisini til keyps í handlum, sum selja sjónvarpsútgerð. Sí teigin "Vegleiðingar" ella ring 507710. NB!!! Tey, sum hava Televarpskassa av merkinum Digiality, verða vinarligast biðin at lesa teigin "Vegleiðingar".
Suðuroy er næst! Ein sendari fer eftir ætlan at senda av Oyrnafjalli áðrenn Ólavsøku. Tey, sum koma at síggja IKTUS av Oyrnafjalli eru Tvøroyri, Øravík og partar av Fámjin. Aðrar bygdir koma at síggja IKTUS seinni.
________________________________________________________________________________________________________ Sendari á Varða í Tórshavn (Á Varða sendir ikki í løtuni).
Ein sendari, sum sendir IKTUS, er nú settur upp á Varða. Tey, sum hava Televarpið, og ikki síggja IKTUS frá sendaranum á Nólsoynni (kanal 34), kunnu nú royna at venda UHF-antennuni móti Varða og leita inn kanal 31 manuelt ella á automatisk leiting(pol H - 554 Mhz). Fólk á Toftum, sum hava Televarpið, kunnu eisini royna at leita inn IKTUS á kanal 31, sum sendir frá Varða í Tórshavn.
Fyri at síggja IKTUS digitalt, má ein hava ein digitalan tunara ella móttakara (DVB-T). Teir eru innbygdir í flestu nýggjum sjónvørpum, men fáast eisini til keyps í handlum, sum selja sjónvarpsútgerð. Sí teigin "Vegleiðingar" ella ring 507710. NB!!! Tey, sum hava Televarpskassa av merkinum Digiality, verða vinarligast biðin at lesa teigin "Vegleiðingar".
IKTUS takkar HjYrtaliga øllum, sum stuðla IKTUS. Bæði gomlum og nýggjum stuðlum!
Vit seta stóran prís uppá hvønn gevara, má Harrin signa tykkum fyri tað!
Takkargávurnar verða sendar út nú; vegna netbankaumleggingar hava vit ikki havt atgongd til okkara kontur. Alt er ikki heilt í lagið enn, men vit fáa avgreitt tað mesta. Vit vita, at tað eru heldur ikki allir stuðlar, sum hava fingið flutt gávuna enn av somu orsøkum.
Teir stuðlar, sum ikki hava fingið takkargávu seinast mánadagin 14. juni, kunnu kontakta okkum; vit mangla bústað hjá nøkrum, tí bústaðurin sæst ikki hjá øllum í okkara netbankum.
Teldupost:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
, Ring ella send sms: 507710. (Tey, sum ringdu ella sendu sms og góvu okkum navn og bústað, tey eru øll í lagið; men um tað er eitthvørt, so sigið endiliga frá).
Sjónvarpsrásin IKTUS fer at hava eitt LIVE sjónvarpskvøld úti í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 8.mai. Tá eru 2 ár liðin síðan IKTUS varð stovnað. Sí skrá niðanfyri!
Í hesum sambandi kemur BETESDAKÓRIÐ við góðum gomlum sangum at hava eina "Gaither" framførslu við kór og solistum, kapelmeistari verður Torkil Mørkøre.
Endamálið við sangkvøldinum í Løkshøll 8. mai er at hátíðarhalda 2 ára dagin við einum góðum hugnaligum tiltaki og at gera vart við sjónvarpsrásina. IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður fíggjað við stuðlum og gávum. Tað eru ikki nokk stuðlar enn, til at IKTUS kann halda á at víðka senditíðina og sendistøðir.
Hetta kvøldið verður tí eisini høvi at tekna seg sum stuðul, bæði á staðnum og gjøgnum telefon ella teldupost, tí ynski er at fólk í Suðuroy og aðrastaðni eisini skulu síggja IKTUS.
Allir fastir stuðlar, bæði "gamlir" og nýggir, fáa eina DVD ella fløgu, sum er framleidd til endamálið. Tað er ein upptøka av einum góðum sangkvøldi, sum bólkurin VITIN úr Klaksvík hevði í Løkshøll í nov. 2009.
1. Allir fastir stuðlar, eisini "gamlir": Dvd av Vitanum 2. Fastir stuðlar, kr 150 ella meir: Dvd og Cd av Vitanum 3. Stuðla einaferð, kr 200 ella meir: Cd av Vitanum
Tað verður ókeypis atgongd til sangkvøldið og øll eru vælkomin í Løkshøll at hoyra góðu gomlu sangirnar og tað, sum annars verður at síggja og hoyra og at fáa ein góðan drekkamunn í steðginum og aftaná tiltakið. Skermar verða settir upp í kantinuni, so ein kann fylgja við, hvat verður sent á IKTUS. Aldursmark uml. 10 ár til sjálva høllina, tíverri, tí vit taka upp - bæði ljóð og myndir.
Live á IKTUS! IKTUS og Lindin fara at senda tiltakið beinleiðis!
___________________________________________________________________________________________________________ SKRÁ IKTUS leygarkvøldið 8.mai: Kl. 18:00 IKTUS 2 ár!IKTUS sendir brot úr ymiskum sendingum, sum hava verið á IKTUS, síðan vit byrjaðu at senda regluligar sendingar í okt 2008. LØKSHØLL, IKTUS og Lindin: Kl. 19:00 Betesdakórið í Løkshøll.Sangløta við Betesdakórinum, lættir góðir sangir í "Gaither"-stíl. Dyrnar verða latnar aftur, tá høllin er full. Aldursmark uml. 10 ár til sjálva høllina, tíverri, tí vit taka upp ljóð og myndir. Kl. 19:45 IKTUS, prát og innsløg: Greitt verður frá arbeiðinum hjá IKTUS og høvi verður at tekna seg sum stuðul. + videoinnsløg, bæði undirhald og info. Eyðun Jacobsen og Anja Hansen skipa fyri. Høvi verður at fara í kantinuna hesa løtuna, har verða skermar settir upp. Kl. 20:30 Betesdakórið syngur.Torkil Mørkøre og Árni Jacobsen skipa fyri.
Kl. 21:30 Drekkamuður í kantinuni, øll vælkomin. Lindin ger ymisk interview, verður eisini sent á IKTUS.
-Høvi verður at tekna seg sum stuðul á staðnum og gjøgnum telefon ella teldupost. Allir fastir stuðlar, bæði gamlir og nýggir, fáa eina serliga dvd av bólkinum "VITIN", sum er framleidd til endamálið, har eru 18 sangir á. Sig navn og bústað á tel. 409999, sms 507710, t-post:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
, so senda vit tær eina dvd og kunnu eisini senda eitt stuðulskjal at lata inn í bankan. Um tit hava netbanka ella heimagreiðslu kann eisini stovnast føst flyting tann vegin. Kontunr. standa niðast í síðuni her og stuðulskjal kann eisini heintast og printast út. 1. Allir fastir stuðlar, eisini "gamlir": Dvd av Vitanum 2. Fastir stuðlar, kr 150 ella meir: Dvd og Cd av Vitanum 3. Stuðla einaferð, kr 200 ella meir: Cd av Vitanum
Sendari í Norðragøtu og á Varmakeldu (Hesir senda ikki í løtuni).
Ein sendari, sum sendir IKTUS, er nú settur upp á kaiini í Norðragøtu. Tey, sum hava Televarpið, og ikki síggja IKTUS frá sendaranum á Gøtueiði (kanal 29), kunnu nú royna at venda UHF-antennuni móti kaiini á Norðragøtu og leita inn kanal 33 - 570 Mhz manuelt (NB! Nýggjur frekvensur). Fólk í Syðrugøtu og Gøtugjógv, sum hava Televarpið, kunnu eisini royna at leita inn IKTUS á kanal 33, sum sendir frá Norðragøtu, best er um antennan vendir móti Norðragøtu.
Sendarin á Varmakeldu er eisini byrjaður at senda. Nú er høvi hjá øllum í Fuglafirði og Kambsdali at síggja IKTUS við einum digitalum tunara ella móttakara (DVB-T), leita manuelt á kanal 28, (530 Mhz). Tey, sum higartil hava fingið signal av Klakki á kanal 31, kunnu nú í staðin leita eftir kanal 28, fyri at fáa betri signal.
Fyri at síggja IKTUS digitalt, má ein hava ein digitalan tunara ella móttakara (DVB-T). Teir eru innbygdir í flestu nýggjum sjónvørpum, men fáast eisini til keyps í handlum, sum selja sjónvarpsútgerð. Sí teigin "Vegleiðingar" ella ring 507710.
Nú er eisini møguleiki hjá fólki í Klaksvík og Leirvík at síggja IKTUS, sum kanska eisini sæst í parti av Kambsdali og Fuglafjørð. Øll, sum hava digitalan móttakara (t.d. Televarpskassa) ella sjónvarp við digitalum móttakara, kunnu leita eftir IKTUS (NB! Vend antennuni móti Klakki og best er at nullstilla móttakaran, tí Televarpið er eisini flutt á Klakk, og tá koma tær rásirnar inn eisini, í staðin fyri tær gomlu á Brúnaskarði). IKTUS sendir á netinum hjá R2Net. Um myndin ikki kemur fram, sí teigin Vegleiðing.
Vegleiðing til at finna IKTUS á Televarpskassanum "Force 1144 T" , "Force 320 T" og "Digiality T-2001 CX" er at síggja undir teiginum "Vegleiðingar", trýst síðan á "les meira".
Til tey, sum ikki hava digitalan móttakara ella sjónvarp við digitalum móttakara: Fyri at síggja IKTUS og aðrar fríar rásir, nýtist bert ein digitalur móttakari og ein UHF-antenna. Antennan skal vendast móti Klakki, og so skal móttakarin setast at leita eftir nýggjum rásum (helst nullstilla móttakaran, tí Televarpið er eisini á Klakkinum, og tá koma tær rásirnar inn eisini, í staðin fyri tær gomlu á Brúnaskarði). Digitalir móttakarar (DVB-T) fáast eisini innbygdir í nýggjari sjónvørpum og harddisk-upptakarum. Teir fáast eisini til teldur.
VIT mugu tíverri STEÐGA GAITHER tónleikasendingunum á IKTUS fyribils!
des. 2008: Vit kunnu heldur ikki senda nakran annan vardan tónleik, vegna sera órímilig krøv frá Koda. Koda krevur, at vit skulu gjalda eftir donskum tariffum fyri lokal-tv, sum ikki taka hædd fyri hvussu nógvar hyggjarar (ella fáar) vit hava ella um vit reka vinnuligt ella ikki vinnuligt sjónvarp. Vit hava ongan møguleika at gjalda eftir teimum upphæddunum og eru sera ónøgd við samskiftið vit hava havt við Koda higartil; men vit arbeiða við málinum, og eru byrjað at heita á føroyskar politikkarar um at yvirtaka upphavsrættmálsøkið, sum leingið hevur verið arbeitt við. Vit mangla føroyska lóggávu, sum tryggjar rættvísar og hóskandi takstir til føroyskar miðlar! apr. 2009: Upphavsrættmálsøkið verður yvirtikið 1.jan.2010. jan. 2010: Mentamálaráðið hevur boðað frá, at Koda hevur fingið fyribils loyvi í eitt ár afturat at umsita nýtslu av vardum tónleiki í Føroyum, so vit bíða enn eftir føroyskari lóg og greiðum og rættvísum reglum á økinum fyri lokalsjónvarp í Føroyum. Vit hava onga avtalu við Koda, tí aftaná at hava skrivað aftur og fram 14 ferðir við Koda, máttu vit ásanna, at tað gekk ongan veg. Vit kunnu ikki góðtaka teirra framferð og flótandi prísir.
ØLL í miðstaðarøkinum hava møguleika at síggja IKTUS, sí teigin "Vegleiðingar".
VIT senda hvønn mikudag til leygardag kl 11:00, og endursenda kl 16:00 og kl 21:00. Sunnudag endursenda vit tær føroysku sendingarnar kl 14:30 og kl 21:00. Sí skráina á skerminum ella á heimasíðuni undir "Skráin".
IKTUS, kristiligt kringvarp, varð stovnað í mai 2008, og sjónvarpsrásin IKTUS byrjaði regluligu sendingarnar 30 okt. 2008 á nýggjum talgiltum sendinetið í Føroyum. IKTUS er tvørkirkjulig, tað vil siga, at allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka við møtum og sendingum, okkara trúarjáttan kann takast niður her.
IKTUS (ἰχθύς), sum á griskum merkir fiskur, var eyðkennið hjá teimum fyrstu kristnu, og hevur verið brúkt av kristnum kring allan heimin líka til í dag. Okkara endamál er at bera út evangeliið um Jesus Kristus í Føroyum og virka fyri trúboðan uttanlanda, og sum navnið sigur, at vera menniskjafiskimenn. Vit ynskja at vera eitt net, sum samkomur og kirkjur í Føroyum kunnu brúka at boða evangeliið út um samkomuveggirnar. Mark. 1.17: Jesus segði við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Er hon ókeypis?
IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður bert fíggjað við stuðlum og gávum. IKTUS takkar hjartaliga teimum, sum hava teknað seg sum stuðlar og latið sjálvbodnar gávur, tit gera tað møguligt hjá okkum at senda føroyskar sendingar, sum eru til signingar fyri mong!
Hvussu kann eg stuðla?
Hóast nógv arbeiði verður gjørt sjálvboðið, mugu vit seta 3 til 4 fólk í parttíðarstarv skjótast gjørligt til at taka upp og redigera fleiri sendingar. Tí er umráðandi við fíggjarligum stuðli og gávum, fyri at tryggja kontinuitet, tí tað krevur nógva tíð at gera sjónvarpssendingar. Vit eru ógvuliga takksom fyri tann stuðul, vit longu hava fingið - sum nú aftaná 2 ára dagin í Løkshøll tvífaldaðist í mun til áðrenn og er komin uppá umleið ein fjórðing av tí, vit hava brúk fyri - tað tekur ofta uml 5 ár, áðrenn miðlar bera seg, so tað gongur rætta vegin og vit vóna, at enn fleiri fara at tekna seg sum IKTUS stuðlar!
Vilt tú verða við í hesum arbeiði og tryggja at IKTUS kann halda áfram, og onnur øki eisini kunnu síggja - t.d. Suðuroy - kann stuðul latast á kontu í peningastovni. Viðmerkjast kann á flytingina, um ein ynskir at stuðla ávísari sending ella stuðla leigu av sendineti, so vit kunnu senda til aðrar partar av landinum skjótast gjørligt! Tey, sum ynskja at tekna seg sum fastir IKTUS-stuðlar, kunnu stovna fastar flytingar í sínum banka, á síni heimagreiðslu ella netbanka. Fastgjald kann t.d. vera kr. 50 – 100 – 200 – 400 ella meira um mánaðin. Kontonr: Eik Banki, 9181 167.556.9 Føroya Banki, 6460 179.921.7 Norðoya Sparikassi, 9865 418.834.3 Virkir og fyritøkur eru eisini vælkomin at stuðla og kunnu seta seg í samband við okkum á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
ella á tel. 507710.
Vit ynskja fegin, at biðið verður fyri hesum átaki, og fyri teimum, ið á ymiskan hátt skipa fyri og luttaka í sendingum og fyri hyggjarunum, at sendingarnar skulu verða teimum til uppbygging, frelsu og troyst. 2. Pæt. 3.9: tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
TAKKARGÁVA:
Vit ynskja at geva okkara stuðlum eina takkargávu, í samband við at 2 ár eru liðin, síðan IKTUS varð stovnað:
1. Allir fastir stuðlar, eisini "gamlir": Dvd av Vitanum 2. Fastir stuðlar, kr 150 ella meir: Dvd og Cd av Vitanum 3. Stuðla einaferð, kr 200 ella meir: Cd av Vitanum
Tað er enn høvi at tekna seg sum stuðul og fáa takkargávu! Sig navn og bústað: Ring 507710, Sms 507710, Teldupostur:
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it